Mynd: Jens Kr. Vang

Tað er gott at elska á Vágsbøi


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Sverri Egholm

12.08.2017 - 04:00

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Síðsta ár spældi Signar í Homrum leygardag og skuldi enda festivalin á Vágsbøi. Tað slapp hann ikki, tí so nógv regn var, at framførslan varð flutt til tíðliga seinnapart.

Í ár var øðrvísi, tí hann slapp at enda annan dagin á ársins Summarfestivali.

Hóast tað ikki vóru líka nógv fólk á Vágsbøi, sum tá Dynamit spældi á midnátt, var bøurin á tremur við sangglaðum fólki.

Signar í Homrum spældi sjálvandi nógvar av teimum góðu gomlu kendu, men pláss var eisini fyri nýggjum sangum sum “So eg vil vera“ og “Ongantíð sum nú”. Endað var við lagnum "Tað er gott at elska", áðrenn eykalagið var spælt.

Fyrr í nátt fylti lokali bólkurin Grandma’s Basement tjaldið, og beint aftaná var Torgið fult av fólki, sum lurtaðu eftir klassikarunum hjá Jens Marna Hansen.

Í morgin klokkan 16 verður longu sett hol á síðsta dagin á festivalinum. Tá trínir Kristina Bærendsen á pallin á Vágsbøi. Og í morgin verður eisini heilt stóra navnið, sum nógv hava glett seg til, nevniliga Toto, sum fer á pallin klokkan 22:00.

Punktum verður sett við festivalin tá Páll Finnur Páll vera í tjaldinum klokkan 02:45.

Síggj alla skránna her

Sí eisini: Myndir: Fríggjakvøld á Summarfestivalinum 2017