Tað er ikki bara tú: Facebook tekniskar trupulleikar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

11.10.2017 - 17:55

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Stóri sosiali miðilin Facebook við fleiri enn 2 milliardum brúkarum riggar ikki í løtuni. Tey sum hava roynt at rita inn koma á hvítan skíggja har einki hendir, skriva útlendskir miðlar, millum annað Independent.co.uk.

Nakrir brúkarar sleppa á Facebook sum vanligt til tey royna at leggja eitt hvørt út.

Sum skilst eru trupulleikar í Amerika og í Evropa.