Mynd: Sverri Egholm

- Tað er ikki lætt at fanga Pokemons á ólavsøku

Steinar Patursson

28.07.2016 - 20:03

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Annað

- Her eru ov nógv fólk til at ganga og leita eftir Pokemons.

Soleiðis siga teir fimm, Teitur, Sveinur, Rói, Tummas og Brandur um at fanga Pokemons á ólavsøku.

Pokemons eru á ólavsøku, eins og vanligt, og har eru nógv lures, sigur Sveinur.

Lures eru lítlir koppar av luktilsi, ið tú kanst leggja út fyri at lokka lítlu Pokemon djórini til tín.

Men tað er torført at fanga tey, hóast alt er fult í luktilsi frá Tórsgøtu og allan vegin oman eftir Áarvegnum.

- Mann kann ikki ganga og hyggja í telefonina. Her er fólk allastaðni, so vit ansa eftir, letur úr einum av teimum fimm.

Telefonin er tó til reiðar, um so skuldi verið, at onkur sjáldsamur Pokemon skuldi lagt sær leiðina framvið.