Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista

- Tað er ikki okkara skyld, at Heilsuverkið kostar milliónir av krónum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

20.06.2018 - 06:43

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Heilsuverk (fyristingarligt)

Fíggjarnevndin hevur avgjørt at lata eykajáttan á 7 milliónir til Landssjúkrahúsið. Hetta er minni enn tær 10 milliónirnar, sum biðið varð um.

Í gjár var kjak í Degi & Viku um eykajáttanina, har Bárður S. Nielsen og forkvinnan í fíggjarnevndini, Ruth Vang, kjakaðust, og útsøgnirnar frá forkvinnuni hevur fingið Landsfelag Pensjónista upp úr stólinum.

Sum ikki einaferð, verður aftur nú lagt eftir pensjónistunum. Ferð eftir ferð fáa vit at vita, at tað eru pensjónistarnir, sum eru teir stóru syndararnir, tá samfelagnum vantar pening. Aftur í kvøld kom hetta fram. Tað sá og hoyrdi alt Føroya fólk (uttan tey, sum vóru so framlig at hyggja at HM-fótbólti) í beinleiðis kjakinum í Degi og Viku millum figgjarnevndarlimir løgtingsins, forkvinnuna Ruth Vang og Bárður á Steig Nielsen, sigur forkvinnan í Landsfelag Pensjónista, Beate L. Samuelsen, í lesarabrævi.

Beate sigur, at tað er ein afturvendandi trupulleiki, at tá Landssjúkrahúsið vantar pening, verður hendan kostnaðarmikla trupulleikakenda kleppin skumpað yvir á pensjónistarnar, sum sambært fíggjarnevndarforkvinnuni kosta Heilsuverkinum alt ov nógvan pening, tí teir ditta sær at gerast eldri og eldri fyri hvørt ár, og hetta er toppmált.

Tað er ikki okkara skyld, at Heilsuverkið kostar milliónir og aftur milliónir av krónum. Blaka heldur handan kostnaðarmikla bóltin yvir á politisku skipanina. Landsfelag Pensjónista mótmælir harðliga, at limir okkara verða nýttir sum syndarar í slíkum kjaki sum hesum.

Lesarabrævið frá Beate L. Samuelsen kann lesast her