Tað er neyðugt við havnaútbygging

Ingi Samuelsen

18.04.2015 - 13:36

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Politiskir flokkar

- Um vit ikki hava havnir at taka ímóti skipaferðsluni, sum siglir í føroyskum sjógvi, so missir føroyska samfelagið ovurstórar upphæddir. Latið okkum ikki stríðast um hvar havnin skal liggja. Latið okkum syrgja fyri, at havnin kemur.

Ætlaða útbyggingin av Tórshavnar Havn varð havd á lofti nakrar ferðir á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum í dag. Men røddirnar, sum talaðu ímóti, vóru ikki at hoyra als ikki.

Tað var Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, sum hevði áheitanina omanfyri. Hann greiddi frá einum miðvísum arbeiði, sum í løtuni verður gjørt fyri at selja føroyskar havnir í altjóða skipavinnuni.

Samstundis sum møguleikarnir fyri at sigla um Norðpólin gerast fleiri, eru tað eisini alt fleiri skip, sum ferðast í føroyskum sjóøki. Uppgávan hjá okkum er at fáa skipini at koma higar, til eitt nú at bunkra, skifta manning og líknandi.

- Tað er eingin meining í, at hetlendingar, íslendingar, norðmenn og skotar skulu fáa vinningin av hesum. Vit mugu vera við, tí her standa nógv arbeiðspláss upp á spæl. Men tað er ein treyt. Vit mugu fáa eina havn, sum kann taka ímóti hesum skipum, segði Sjúrður Skaale.

Fólkatingslimurin vildi ikki inn á hvar havnin skal liggja, men talaði bara fyri at ein slík altjóða havn kom.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, var sjálvandi skjótur at lofta møguleikanum.

- Vit fara í gongd við at útbyggja Tórshavnar havn nú, men tað er av týdningi at Javnaðarflokkurin er samdur um hesa ætlan. Ein ósemja um eina komandi neyðuga havnaútbygging gagnar ikki okkara flokki. Tí tað er ikki bara vit í býráðnum í Havn, sum ynskja havnina. Fakfeløgini ynskja tað eisini, og tað vildi ikki verið klókt hjá okkum at leggja okkum ímóti fakfeløgunum, segði Heðin Mortensen.

Hóast nógvar røddir eru hoyrdar í almenninginum móti ætlaðu havnaútbyggingini framman fyri Havnar Skansa í seinastu tíðina, so hoyrdust hesar røddirnar ikki á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum.

Helst er hugsjónin tann sama sum hjá Kristoffuri Gaardlykke, sum í síni røðu hevði hesa áheitan til Heðin Mortensen.

- Far í gongd og fá hesa útbyggingina frá hondini sum skjótast so vit sleppa undan stríðinum um havnina og koma víðari..