Jan Nystrøm

- Tað eru alt ov nógvir ljótir húsaveggir í býnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

10.08.2017 - 12:28

Mentan > List > Myndlist

’Street art’ verður tað kallað á útlendskum. Gøtulist ljóðar kanska eitt sindur misvísandi á føroyskum, men tað snýr seg um at pynta veggir og flatur í býarrúminum, sum annars ikki eru við til at prýða um býarmyndina.

- Tað eru alt ov nógvir ljótir veggir í býnum.

Tað heldur listamaðurin Jan Nystrøm, í Klaksvík, ið júst hevur myndprýtt garðin undir gomlu politistøðini í Klaksvík við einum veðrahøvdi við snaraðum hornum.

At prýða veggir og stórar flatur er ikki nýtt fyri hann.

- Eg havi málað fleiri veggir, bæði innandura og uttandura, men tað hevur so at siga bara verið heima hjá privatfólki. Mín vón er, at ráðandi kommunalpolitikarar fáa eyguni upp fyri hesari listini, so at vit sum gera slíkt, sleppa fram at fleiri veggjum og gørðum.

- Tað eru alt ov nógvir ljótir veggir, ið hungrað eftir at verða gjørdir um til listarverk, heldur Jan Nystrøm.

Um áhugi er at síggja meira til listina hjá Jan Nystrøm, ber til at vitja posthúskjallaran í Klaksvík, har Jan Nystrøm hevur nakrar tekningar við á framsýningini Summarlist.

Les eisini: Eitt stórbært veðraprýði fyri býin