Tað má loysa seg at leggja um til grøna orku

Ingi Samuelsen

03.04.2018 - 13:43

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Orka

- Hvussu sannførir tú húsaeigarar um, at teirra vælvirkandi oljuketil skal skiftast út við eina grøna hitapumpu? Talan er jú um eina sera stóra íløgu.

Hetta er helst tann størsta avbjóðingin av øllum í glæsiliga málsetninginum um, at øll orkuframleiðsla á landi skal vera grøn í seinasta lagi í 2013 – um einans 12 ár.

- Tað má loysa seg fyri kundan at leggja um. Tað eru nokk bara tey ”frelstu” og tey ríkastu, sum annars vilja gera tað.

Tað sigur Hendrik Egholm, samtaksstjóri hjá Magn, nú orkufelagið sigur seg aktivt fara at gera sítt til at upphitingin av føroyskum heimum, fyritøkum og almennum bygningum kann gerast grøn.

Endamálið hjá Magn er at sleppa at framleiða ravmagn í fríari kapping. Ikki eins og nú, har møguleikin einans er at selja orkuna til Sev, men við at selja ravmagnið beinleiðis til kundan.

- Um vit ikki sleppa at framleiða og selja beinleiðis til kundan, er eingin meining í ætlanini, sigur Magn-stjórin.

Ætla at veita heildarloysn
Ætlanin hjá Magn er at bjóða kundum sínum eina heildarloysn.

- Um fólk sjálvi vilja eiga nýggju hitaskipanina, so er tað fínasta slag, men tað er ein stór íløga. Og fyri at tað skal verða attraktivt fyri kundan, so ætla vit at bjóða okkum til at leggja nýggju hitaskipanina inn í heimini og sjálvi standa sum eigarar av installasjónunum. Vit ætla eisini at bjóða okkum at installera eina skipan til løðing av bilinum heima. Kundin skal afturfyri rinda eitt fast gjald til okkum, og so sjálvandi eisini keypa streymin frá okkum.

- Harvið geva vit kundunum eitt insitament – eina tilstudling – til at leggja um frá olju til grøna orku, bæði tá tað ræður um ljós og hita í heiminum og til flutning, sigur Hendrik Egholm, sum sjálvandi vónar at elveitingarlógin verður broytt, so at hetta letur seg gera.

Les eisini: Magn vil sleppa at kollvelga føroyska orkumarknaðin

Sjálvur heldur Hendrik Egholm, at tað gongur alt ov seint við tiltøkunum, sum skulu til fyri at náa 2030-málunum. Viðvíkjandi vindorku er einki hent enn síðan Húsahagi varð tikin í nýtslu, og í staðin fyri at minka um oljunýtsluna, hevur Sev eina vaksandi nýtslu av olju, vísir hann á.

Tað gongur eisini striltið við at eggja fólki at leggja um.

- Í løtuni ger Demich umleið 50 nýggjar hitapumpuskipanir um árið. Men tað er langt frá nóg mikið til at náa øll 16.000 húsarhaldini í Føroyum. Tað er skipanirnar vórðu frítiknar fyri meirvirðisgjald setti eitt sindur av ferð á, men langt frá nóg mikið til at tað ber til at leggja øll húsarhaldini um áðrenn 2030.