Tað ringasta farið framvið

Sverri Egholm

07.12.2017 - 13:49

Tíðindi > Veðrið

Fyrrapartin hevur verið sera nógvur vindur kring landið og sera nógvar fráboðanir hava verið um skaðar og annað.

Hóast tað framvegis er nógvur vindur av norði og útnyrðingi, er hann minkaður nakað nú í mun til fyrrapartin, og spakuliga til í annaðkvøld minkar hann so smátt niður í 19-16 metrar um sekundið.

Men framvegis kunnu væntast hvirlur av ódnarstyrki og kavi og vátaslettingur. Hitin í dag og í morgin verður millum frostmarkið og 3 stig.

Fylg veðrinum her