Bjarni í Skálum, skipari umborð á Skálafossi

- Tað sær dámligt út


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Føroyska Sjómansmissiónin

13.12.2016 - 10:27

> Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Soleiðis tekur skiparin á Skálafossi, Bjarni í Skálum til, tá hann úttalar seg um teirra fiskiskap undir Føroyum.

- Tað er nógv ætið at síggja bæði á ekkoloddinum og í trolinum og fiskurin er feitur, men nøgdin av fiski kundi verið meiri, sigur Bjarni.

Í gjár landaði Skálafossur 380 kassar í Havn. Meginparturin var av toski, hýsu og flatfiskur, sum teir høvdu fingið vestanfyri.

Bjarni sigur, at árið hjá Skálafossi er brúkuligt. Tað er umleið eitt miðalár til veiðu og prís.

Hann sigur eisini, at árið hjá Skálafossi og hjá fleiri av trolbátunum kann deilast upp í tíðarbil.
Frá novembur til mars plaga teir av royna eftir havtasku. Í ár hevur tó verið smáligt við havtasku, og tí hava fleiri av trolbátunum fiskað tosk og annan fisk nú í november og desember.

Í apríl fiska teir mest tosk. Vanliga liggja teir í mai.

Í juni, juli og august royna teir á Landleiðini, har teir á ávísum økjum sleppa inn á seks fjórðingar. September og oktober er vanliga ikki nógv drift.

- Trolbátarnir hava ikki nógvar dagar, so vit royna at fáa sum mest burtur úr teimum uml. 150 døgunum vit hava at royna í, sigur Bjarni.

Við Skálafossi eru tríggir mans. Tað er nóg mikið við tí fiskiskapi sum teir hava nú.

- Vit eru tríggir ungir og raskir menn, sum allir hava skipsføraraútbúgving, so hetta eiga vit at klára.
Eg eri skipari, maskinmeistari, kokkur, ja, og reiðari, so orna hinir restina, sigur Bjarni og flennir hart og hjartaliga.

Tað er Sp/f Skálafossur í Vestmanna sum eigur Skálafoss.

Meira frá Føroysku Sjómansmissiónini sæst her