(Skermmynd KvF)

- Tað skal meira til nú fyri at fáa fólk at spæla Gekk



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

18.05.2018 - 07:53

Mentan > Undirhald

Gekkurin er nú komin upp á 2,4 milliónir krónur, og tað er hægsta upphæddin, sum Gekkurin nakrantíð hevur verið á.

Tað sæst eisini aftur á tølunum. Rannvá Gaard Fossaberg frá sendingini Góðan Morgun Føroyar tosaði í morgun við Jákupu Mikkelsen um Gekkin, sum segði, at í farnu viku vórðu heili 36.000 Gekkar seldir.

- Nógv fólk spæla. Tað ber ikki til at siga heilt neyvt hvussu nógv spæla, men í síðstu viku seldu vit 36.000 seðlar, segði Jákupa Mikkelsen, fyrisitingarleiðari hjá Kringvarpinum.

Hóast nógv fólk spæla, er tað ikki eins nógv sum síðst, tá Gekkurin var so høgur. Hetta kemst kanska av, at fólk eru meira von við, at Gekkurin er so høgur, segði Jákupa við Góðan Morgun Føroyar.

- Samanborið við tveimum árum síðan, tá Gekkur var 2,2 mió. krónur, vórðu 41.000 seðlar seldir. Tað kemur alt ann uppá árstíðina og hvørji tiltøk eru. Flest fólk spæla Gekk um veturin, tí um summarið eru so nógv tiltøk - og veðrið ávirkar eisini. 

- Upphæddin skal helst verða meir enn 1 mió. krónur, áðrenn nógv fólk fara at spæla sum í 2013. Men nú skal meira til fyri at fáa ordiliga nógv at spæla, tí Gekkurin hevur verið so ofta yvir milliónina í seinastuni, segði Jákupa Mikkelsen, fyrisitingarleiðari. 

Gekkurin byrjar klokkan 19:50 í kvøld, tá spælt verður um tær 2,4 milliónir krónurnar.