Makedonia var at enda omaná í Høllini á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)

Tað skrædnaði í 2. hálvleiki



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

21.03.2018 - 20:25

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Tað eydnaðist ikki hjá føroysku kvinnunum at fáa stig burturúr í  EM-undankappingardystinum í Høllini á Hálsi í kvøld, har Makedonia var á vitjan. 

Tað varð væntað, at hetta kundi gerast ein spenanndi dystur, og tað var eisini javnt ein stóran part av dystinum. Men eftir javnleik í hálvleikinum tók Makedonia spakuliga meira og meira yvir í 2. hálvleiki, og vann 22-15.

Føroyar byrjaðu við hesum liðnum: Vivian Petersen, Turið Arge Samuelsen, Marianna G. Eystberg, Durita C. Jojic, Kristianna H.Joensen Bjarta O. Johansen, Eir Berg

Føroyar spældu við einari álopskendari 5-1 verju. 
Førosyki málverjin Vivian Petersen stóð sera væl í 1.hálvleiki, og hevði gott stýr á makedónsku skotunum. Føroyska verjan helt Makedonia til bert sjey mál. Hinvegin haltaði tað í álopspartinum hjá føroyska liðnum størsta partin av dystinum.

Eftir hálvleik fekk Makedonia av álvara hol á málskjótingina, og fekk til tíðir skrætt føroysku verjuna sundur. Eisini eydnaðist mótálopini væl hjá útiliðnum. Makedonia spakuliga bygd sína leiðslu upp í 2. hálvleiki, eftir at liðið ongantíð var á odda í 1. hálvleiki. Málverjin hjá Makedonia kom eisini væl í gongd í 2. hálvleiki, og var við til at lukka dystin.

Tað var ein dystur merktur av feilum hjá báðum liðum, og har føroyska álopsspælið ikki var nóg aggresivt. Føroyingar vóru ikki nóg neyvir við bóltinum, men ymiskt jaligt er at taka við til útidystin sunnudagin. Serliga var tað góða verjan og avrikið í 1. hálvleiki, og ein málverji ið stóð sera væl.   


Føroyar - Makedonia 15-22 (7-7)

Føroysku málskjúttarnir

Turið Arge Samuelsen 5
Kristianna H. Joensen 3
Daniella Joensen 2
Marianna G. Eystberg 2
Bára K. Hansen 1
Eir M. Berg 1
Durita C. Jojic 1