Tað størsta var at síggja Sammy aftur

Ingi Samuelsen

02.01.2015 - 17:19

Tíðindi >

Fyri Svannu Nysted, var størsta løtan í 2014 sunnudagurin 29. juni. Hon var stødd í býnum Nakuru í Kenya, og her sá hon drongin Sammy aftur fyri fyrstu ferð í tvey ár. Sammy hevur fingið eitt serligt pláss í hjartanum hjá Svannu.

Sammy var heimleysur, tá Svanna fyrstu ferð hitti drongin. Nú gongur hann í skúlanum hjá felagsskapinum New Life Africa International.

Svanna skrivar soleiðis:

Mín størsta løta í 2014 var sunnudagin 29 juni, í býnum Nakuru, Kenya. Hetta var dagurin eg hevði bíða eftir, í nærum 2, ár og tað var ikki frítt av summarfuglum í búkinum hjá mær.


Alt byrjaði tvey ár frammanundan, tá eg meir ella minni av tilvild, var endað í Kenya, saman við døtrunum hjá mær og øðrum góðum fólkum.

Ein dagin, tá vit vóru á veg heim, kom eg í samband við nakrar gøtudreingir, og tað var har alt broyttist og eg kom at kenna Sammy. Tann søgan er ov long at skriva her og tí leggji eg linkið til søguna her ístaðin:

https://www.facebook.com/svanna.nysted/media_set?set=a.4133940582951.2174636.1116632816&type=3

Sunnudagur 29/06-14
Eg gekk yvir í kirkjuna, har eg visti at Sammy nokk fór at vera. Í fleiri mánaðir hevði eg hugsað um hesa løtu, og nú var eg sera spent, men eisini eitt sindur bangin. Mundi hann minnast meg? Hann var jú ikki meir enn uml 7-8 ár tá eg kom at kenna hann, og eg hevði bara samband við hann í umleið 3 dagar.

Harafturat hann var sera rúsaður teir dagarnir. Sum nógvir aðrir gøtudreingir sniffaði hann lím og var "high" allatíðina, fyri at gloyma svongd, kulda og annað keðiligt.

So tað var við hjartanum í hálsinum, at eg møtti honum, men tað var skjótt vent til gleði og stoltleika. Hann mintist bæði meg og døturnar hjá mær væl. Og sjálvt um hann var smæðin, dugdi eg at síggja, at hann var glaður fyri at síggja meg aftur.


So størsta hending í 2014, var at síggja hvussu hesin stakkals, svangi, illa ílatni, heimleysi gøtudrongur sum hvørki dugdi at lesa ella skriva í 2012, nú var ein sunnur, glaður og frískur drongur.

Hann stórtrívist í skúlanum hjá New Life Africa International, og eg kann líka leggja afturat, at allir næmingarnir í skúlanum, vóru til roynd tá eg var har, og til ta royndina var Sammy næstbest í sínum flokki :)