Tað var Dánjal Petur Hansen

Ingi Samuelsen

09.09.2014 - 21:53

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Beinagrindin, ið bleiv funnin á 22 metra dýpi 150 metrar úr landi út fyri Ljósá sunnudagin 31. august á 22 metra dýpi er nú endaliga eyðmerkt, boðar løgreglan frá í tíðindaskrivi.

Talan er um Dánial Petur Hansen - vanliga nevndur Piddi - ið hevur verið saknaður síðani 4. novembur 2011.

Tey avvarðandi eru kunnaði.