Myndin er tikin fyri løtu síðani (Mynd: Jens Kr. Vang)

5 mannafør gentur: Tær umborð á Firvaldi suverenar á Vestanstevnu

Sverri Egholm

09.07.2016 - 14:51

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Aftur í dag vann Firvaldur og hesaferð á Vestanstevnu suverent á odda við fýra bátslongdum aftur til Falk, sum kom á mál sum nummar tvey. Drekin kom á mál sum nummar trý.

Lítil ivi er um at Firvaldur fer at endurvinna FM-heitið í ár hóast tvær stevnur eru eftir.

Úrslit og tíðir
1. Firvaldur 05:57.13
2. Falkur 06:10.17
3. Drekin 06:14.03
4. Báran
5. Hulda
6. Beinta
7. Havfrúgvin
8. Royndin Fríða
9. Kollur