Kári P. Højgaard situr á ytsta sessi, og verður helst noyddur at bíða eftir fínteljingini fyri at vera vísur í at verða afturvaldur

Tætt stríð um tann 33. tingsessin

Ingi Samuelsen

02.09.2015 - 08:57

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Kári P. Højgaard úr Nýggjum Sjálvstýri er tann tingmaður, sum situr allar uttast á beinkinum. Hjá Sjálvstýri hendi tað, at flokkurin tvífaldaði umboðanina, hóast flokkurin í prosentum gekk aftur á valinum í gjár.

Vánaliga valúrslitið hevði eisini ta avleiðing, at Kári P. Højgaard bað lova sær framat sjónvarpsskíggjanum at takka fyri seg, tí hann var sannførdur um at hava mist sessin.

Men tað skulu ikki so nógvar flytingar til áðrenn Nýtt Sjálvstýri missir tann seinasta sessin til antin Framsókn ella Javnaðarflokkin.

Í brøkrokningini fekk Nýtt Sjálvstýri eina umboðan áljóðandi 1,33 tingfólk, meðan Framsókn fekk 2,29 og Javnaðarflokkurin 8,28. Tað eru desimalarnir, ið avgera hvørji fáa teir seinastu tingsessirnar.

Okkara ókvalifiseraða útrokning vísir, at munurin millum annan tingsessin Sjálvstýri og triðja hjá Framsókn er 38 atkvøður, meðan munurin frá Sjálvstýri til níggjunda sessin hjá Javnaðarflokkinum er 57 atkvøður. So møguleikin fyri, at fínteljingin kann broyta samansetingina av løgtinginum er til staðar.