Mynd: Tour de France

Tætt sum helst ongantíð áður - millimetrar á muni

Sverri Egholm

07.07.2017 - 16:20

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

29 ára gamli týskarin Marcel Kittel vann í dag annan teinin á rað og fyri triðju ferð í ár.

Í dag var 213,5 kilometrar langi teinurin frá Troyes til Nuits-Saint-Georges karmur um sjeynda teinin í ársins Tour de France.

Men tað var so tætt millum Kittel og norska Edvald Boasson Hagen, at neyðugt var við mynd á málinum fyri at finna rætta vinnaran.

Og eisini á málmyndini var sera tætt, men tað var Kittel, sum stóð eftir sum dagsins vinnari.

Næstan líkt, sum á teininum í gjár, vóru tað fýra súkklarar, sum fóru frá hinum fyrst á teininum fyri síðani at verða tiknir aftur tá bara seks kilometrar vóru eftir á mál.