AB stríddi seg til ein 2-0 sigur á EB/Streymi, ið nú noyðist at hyggja niðureftir. Myndin er frá steypadystinum mikukvøldið, ið AB eisini vann (Mynd: Sverri Egholm)

Tættari í botninum eftir 10. umfar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

13.05.2018 - 18:05

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tvær uppgerðir í botn-fimm eru leiktar seinnapartin. Vágamenn megnaðu ikki at nærkast hinum, men við sigrum til TB/FCS/Royn og AB er nú tættari umkring niðurflytingarstrikuna

07 Vestur er í risastórum trupulleikum. Í dag vóru Suðringar á vitjan, og fyri aðru ferð í ár fóru teir avstað við øllum á Dungasandi.

TB/FCS/Royn skoraði tvær ferðir innan eina lítla løtu í 1.hálvleiki í Sørvági, og heimaliðið megnaði ikki at gera tað heilt spennandi í 2.hálvleiki. Fyrst var tað Isaac Shaze, ið trygt umsetti eitt brotsspark til mál. Stutt eftir hetta økti Eirikur Ellendersen fyri Suðringar. Útiliðið avgjørdi endaliga dystin smáar tíggju minuttir fyri tí. Talan var um eitt sjálvmál frá heimaliðinum.

07 Vestur hevur nú heili níggju stig upp til strikuna. Hóast Suðringar høvdu ein harðan steypadyst hósdagin, so ávirkaði tað ikki so mikið í dag, at útiliðið kom í trupulleikar. Triði sigurin á rað hjá suðuroyingum, og fimmti dysturin uttan tap. Nú er eisini av álvara komið gongd á málskjótingina hjá liðinum hjá Glenn Ståhl.

07 Vestur - TB/FCS/Royn 0-3(0-2)
Isaac Shaze 0-1 br.
Eirikur M.Ellendersen0-2
Sjálvmál 0-3


AB sendi aftur EB/Streym av Argjum við ongum. Av tí at Suðringar vunnu eru framvegis tvey stig upp til strikuna, men AB hevur nú veruligt samband við EB/Streym og Skála.

Tað var málleyst í hálvleikinum á Argjum, har EB/Streymur fyri aðru ferð uppá fáar dagar var á vitjan. Eins og í steypadystinum mikukvøldið skoraðu argjamenn tvær ferðir í 2.hálvleiki. Hesaferð fekk útiliðið einki mál, og hesaferð varð tað sjálvandi avgjørt innanfyri 90 minuttir. Tað var innskifti Filip í Liða, ið var sterkt viðvirkandi til, at AB vann. Tá tjúgu minutir legði hann upp til ein annan ungan leikara, Bjarka C.Nielsen, og tá tíggju minuttir vóru eftir økti 17-ára gamli Filip til 2-0. Nú er bert tvey stig ímillum liðini, og eftir eina góða byrjan uppá kappingarárið er EB/Streymur nú í einari ringari gongd. AB heldur á við at imponera.

AB - EB/Streymur 2-0(0-0)
Bjarki Nielsen 1-0
Filip í Liða 2-0


Skála tapti 5-1 
ímóti B36  í Gundadali, og er harvið íblandað í botnstríðið.


Støðan eftir tíggju umfør:
1. HB (25 stig)
2. KÍ (20 stig)
3. B36 (19 stig)
4. Víkingur (17 stig)
5. NSÍ (17 stig)
6. Skála (11 stig)
7. EB/Streymur (10 stig)
8. TB/FCS/Royn (10 stig)
9. AB (8 stig)
10. 07 Vestur (1 stig)


Meira um hinar dystirnar í dag um eina løtu.