Taiji ynskir vinarlag við Klaksvík


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

11.08.2017 - 08:25

Tíðindi > Norðoyggjar - Klaksvík

Japanski býurin Taiji, sum er kendur fyri sín umstrídda hátt at drepa springarar, vil fegin vera vinarbýur við Klaksvík.

Taiji er ein – eftir japanskum viðurskiftum – pinkalítil býur við umleið 3.500 íbúgvum. Býurin gjørdist gitin um allan heim gjøgnum heimildarfilmin ”The Cove”, sum lýsti serliga mátan hjá Taiji-búgvum at drepa springarar við at reka teir inn í vágna, halda teimum innistongdar við hjálp av nótum og so stinga springarnar niður í einum blóðbaði, ið minti um føroysk grindadráp fyrr í tíðini, áðrenn human krøv vórðu sett til drápini. Men Taiji er eisini, nærmast lagt undir hatur av umhvørvisfelagsskapum, ið stríðast móti hvalaveiði.

Japanski miðilin Kyodo News skrivar, at borgarstjórin í Taiji, Kazutaka Sangen saman við embætisfólki eru áveg til Føroyar, har ætlanin er at skriva undir eina samstarvsavtalu við Klaksvíkar kommunu.

Orsøkin til ynskið um samstarvsavtalu, sigur japanski miðilin vera, at Taiji og Klaksvík eru í somu støðu viðvíkjandi hvalaveiði og ágangi frá umhvørvisfelagsskapum sum Sea Shepherd.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík váttar við tíðindamiðlinum in.fo, at tey hava fingið japansku áheitanina, og at tey ætla at taka væl ímóti gestunum, tá teir koma til Klaksvíkar.

Men ongin avgerð er tikin um áheitanina um vinabýarsamstarv.

- Japan er ein stórur marknaður fyri føroyskar fiskavørur og í roynd og veru kundi tað verið gagnligt fyri vinnulívið í Klaksvík at havt ein vinabý í Japan. Men Taiji er so lítil býur, at eg dugi ikki at síggja nakað gagn í einum vinabýarsamstarvi við hann, sigur Jógvan Skorheim við in.fo.

Sambært Kyodo News, fer Jógvan Skorheim at vitja Taiji í september, tá hann kortini er í Japan í sambandi við at vinnunevnd løgtingsins vitjar har.