(Mynd: EPA)

Tailendingar siga Bhumibol kongi farvæl



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

26.10.2017 - 05:59

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Jarðarferðarhátíðarhaldið fyri deyða Bhumibol kong av Tailandi er byrjað, og seinni í dag verður fólkakæri kongurin brendur, kremeraður.

Bhumibol Adulyadej sat á trónuni í yvir 70 ár. Hann doyði í oktober mánaði í fjør, 88 ára gamal, og tailendingar hava brúkt farna árið til at fyrireika fimm daga langa hátíðarhaldið.

Fríðrikkur krúnprinsur er við til hátíðarhaldið vegna danska kongshúsið, skrivar Ritzau. Tilsamans eru 7.000 fólk úr kongaligum familjum og umboðandi útlendskar stjórnir við til líkbrenningina.

Yvir 200.000 fólk eru savnað nærhendis staðið, har Bhumibol verður brendur. Tað hevur kostað væl yvir eina hálva milliard krónur at byggja staðið upp. Har er eitt nú pyntað við spíri úr gulli.

Sonur deyða kongin, og krúnuarvingin, Maha Vajiralongkorn, er eisini til staðar, ílatin hernaðarbúna. Hann verður alment krýndur til kong, tá pápi hansara er sendur á sína seinastu ferð.

Saman við buddistiskum munkum skal komandi kongurin fremja tey fyrstu halgisiðirnar, áðrenn sjálv líkbrenningin verður umleið klokkan 16 okkara tíð.

Bhumibol var ein savnandi persónur í Tailandi, har ikki full semja er í fólkinum um hernaðarstýrið, ið stendur á odda fyri valdið.

Juntan tók yvir valdið í 2014. Frammanundan vóru gingin fleiri ár við politiskari óvissu og fleiri kvettroyndum. Men Bhumibol kongur helt fólkinum saman.