Takk fyri hesaferð – eg komi fegin aftur

Ingi Samuelsen

16.06.2016 - 13:46

Tíðindi > Tíðindi > Kongalig

Margreta drotning hevur avgjørt ætlanir um at koma aftur til Føroya at vitja. Hóast hon helst er omanfyri áttati ár næstu ferð Føroyar eiga tørn á hennara summarsjóferð, so vil hon fegin koma aftur.

Hetta var fyrsta ferðin hjá drotningini í Føroyum, har hon var einsamalt umboð fyri kongshúsið. Hon kom sjálv inn á fráveruna hjá Heindrikki prinsi, tá hon bjóðaði vælkomin.

- Henrik er ikki við hesaferð, tit vita hví. Men hann hevur fylgt við í ferðini, og vildi ynskt at verið við, segði drotningin.

Seinni á tíðindafundinum greiddi hon eisini pressuni frá ætlanunum viðvíkjandi gullbrúdleypinum, sum kongshjúnini kunnu halda komandi ár. Sum skilst er kongaligu reportarnir vónsviknir av, at avgerð er tikin um at halda henda dagin stillisliga.

- Tá maður mín fylti 80, hildu vit tað stillisliga á vínslottinum í Caïx. Tað helst nakað líknandi til gullbrúdleypi, har vit kunnu savnast saman við okkara børnum og barnabørnum, segði drotningin.

Tá so ein danskur journalistur spurdi um, hví tey ikki heldur hildu nakað størri, tí tað eru tað so nógv fólk, ið ynskja, svaraði drotningin knapt.

- Tað er ein avgerð, ið er tikin.

"Nej, bevar mig vel"
Uppaftur knappari gjørdist drotningin, tá hon vekk spurningin, sum má metast at vera tann mest óbehagiligi á tíðindafundinum.

Tað var B.T., sum vildi hava eina viðmerking frá drotningini, tí blaðið hevði tosað við serfrøðingar, sum vóru komin til ta niðurstøðu, at mátin sum drotningin og maður hennara liva teirra lív í dag, ”de facto er ein hjúnarskilnaður”.

Kommentarurin var stuttur: ”Nej, bevar mig vel!”

Stutt vóru svarini eisini, tá spurningarnir nærkaðust tí politiska.

Um tingformannin, sum ikki tók ímóti innbjóðing hennara í gjárkvøldið: ”Hetta er eitt frælst samfelag. Fólk kunnu gera sum tey vilja”.

Og tá spurningurin galt hennara áskoðan til ein møguligan kongsfelagsskap eftir at Føroyar hava tikið loysing: ”Tað er ein politiskur spurningur, ið eg ikki vil viðmerkja”.

Les eisini: Donsk børn áttu at lært meira um Føroyar og Grønland