Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Takka fyri stóra innsatsin

Sverri Egholm

30.01.2018 - 18:27

Tíðindi >

Reiðaríið hjá Nýborg, sum fekk ein sjógv 5. januar, takkar nú stóra bjargingararbeiðinum, sum varð framt.

Tyrlumanningin flutti ein mann av Nýborg til Landsjúkrahúsið. Stýrimaðurin, sum var á brúnnið tá ið óhappið hendi, var slongdur eftir dúrkinum, og breyt annan armin og øsbeinið.

Samstundis takkar reiðaríið, Ocean Group Faroes, serliga manningini á Nýborg, MRCC, Eysturbúgvanum, Vesturbúgvanum, Vædderen og Brimli fyri tann stóra arbeiðslut, tey høvdu í arbeiðinum.

Nýborg var júst komin í ES sjógv, tá óhappið hendi, har teir skuldu fiska makrel, tá ið teir fingu ein sjógv á bakborðsíðu aftanan.

Teir størstu rútarnir á brúnni fóru inn, og nógvur sjógvur kom á brúnna, og fór so víðari har frá.

Skipið megnaði tó at sigla við egnari megið á Runavík, men av trygdar áðum fylgdi Brimil skipinum allan vegin til bryggju.