Mynd: Sverri Egholm

Taks fær innlit í Panama-skjøl

Jens Hákun Leo

22.09.2016 - 14:02

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Annað

Skattamyndugleikarnir sleppa nú eisini at síggja undirskjøl, danska fíggjarmálaráðið hevur keypt frá dulnevndari keldu í sambandi við Panama-skjølini.

Tað er Kringvarpið, sum ber hesi tíðindini í dag.

Kringvarpið sigur, at avtalað er, at donsku skattamyndugleikarnir, Fíggjareftirlitið og Fíggjarligt Støðufesti skulu sleppa at síggja hesi skjølini, og at Taks verður partur av hesari avtaluni.

Við Kringvarpið sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks, millum annað soljóðandi:

- Í tí tætta samskiftinum, sum vit hava við Skat so havi eg havt eitt leypandi samskifti allatíðina, og eg havi tryggjað mær, at vit eru við í tí arbeiðnum at fáa somu atgongd sum Skat, og at teir eisini arbeiða, soleiðis at viðkomandi upplýsingar, sum hava okkara áhuga, verða lætnar til okkum.

Eyðun Mørkøre dugir tó ikki at siga við Kringvarpið, hvørt upplýsingar, sum hava týdning fyri Føroyar, verða funnar.

Kringvarpið greiðir víðari frá, at málið er at finna fólk, sum skylda Fíggjarligum Støðufesti pengar, men sum hava krógvað hann í skattaskjóli í Panama. Tað eru, sambært Børsen, næstan 1000 fólk, sum skylda Fíggjarligum Støðufesti pening á eitt virði á leið umleið 20 milliardir krónur.

Eyðun Mørkøre heldur fyri, at í fyrstu atløgu fer Taks ikki sjálvt at senda fólk at leita í skjølunum, men heldur at lena seg upp at Skat:

- Vit hava valt at gera tað soleiðis, at vit lena okkum upp at Skat í Danmark og hava ikki sett nakra arbeiðsorku hjá okkum, hvørki her ella til at fara niður og arbeiða saman við teimum. Í fyrstu atløgu boðar Skat okkum frá, og er tað nakað, so taka vit tað harfrá.

Eyðun Mørkøre metir at enda, at hetta verður eitt drúgt arbeiði:

- Ja, tað rokni eg við (at tað verður eitt drúgt arbeiði), tí at tað sær út, sum tað kemur meira og meira fram. So tað kann væl saktans gerast drúgt. Tað er møguliga nógv eftir at koma fram, so hetta verður sikkurt eitt leypandi arbeiði í langa tíð frameftir.