Talgild plássávísingarskipan á veg til Tórshavnar Kommunu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

09.02.2018 - 01:40

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Nógv rumbul hevur seinastu dagarnar staðist av manglandi ansingarplássum til børn í Tórshavnar Kommunu. Men hetta verður betri í summar, tá ið fleiri ansingarpláss verða og nýggj talgild plássávísingarskipan er komin, sigur Gunvør Balle, forkvinna í sosialu nevnd í Tórshavnar Kommunu við Kringvarp Føroya:

- Soleiðis sum skipanin hevur verið, at fólk hava sitið manuelt og tikið ímóti teimum, sum skriva seg upp, hevur elvt til, at tað hevur verið øgiliga torført at spáa serliga langt fram. Nú eru vit í gongd við eina talgilda skipan, sum verður liðug tíðliga í summar, so fólk sjálvi kunnu fara inn og skráseta seg - bæði tey sum flyta til, og tey sum eru við barn ella hava fingið børn.

Forkvinnan í sosialu nevnd í Tórshavnar býráði sigur, at harvið sleppa fólk sjálvi at stýra, nær tey hava tørv á einum plássi, og at hetta fer at bøta munandi um framtíðarplanleggingina hjá kommununi. 



beint nú