Spania hevur stongt markið millum Ceuta og Marokko fyri at minka um atgongdina hjá migrantum til Spanskt landaøkið. Mynd: EPA

Talið á migrantum til Spania trýfaldað

Steinar Patursson

11.08.2017 - 18:28

Tíðindi > Uttanlands - ES

Tríggjar ferðir so nógvir migrantar og flóttafólk eru komin til Spania í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør, og tað er møguligt, at Spania fer at fáa fleiri migrantar umvegis Miðjarðarhavið enn Grikkaland, tá árið er komið at enda.

Tað boðar altjóða stovnurin fyri fólkaflyting, IOM, frá í dag.

Higartil eru 11,849 migrantar komnir til Spania í ár samanborið við 13,246 alt árið í fjør. Umvegis Miðjarðarhavið komu 8,385 migrantar til Spania, men tað er møguligt, at tá árið er komið at enda, eru fleiri migrantar komnir til Spania umvegis Miðjararhavið enn til Grikkalands, har talið í løtuni er 11,713 migrantar.

Stovnurin sigur sambært BBC, at ein orsøk til broytingina í ferðamynstrinum kann vera, at tað verður mett at vera tryggari at sigla til Spania frá Marokko, enn frá til dømis Libya ella Egyptalandi til Grikkalands.

Tað er tó framvegis Italia, ið fær flest migrantar umvegis Miðjarðarhavið. Higartil í ár eru komin 96,861 migrantar til Italia, men samanborið við sama tíðarskeið í fjør er tað talið fallið við 60 prosentum.