Talið á virknum boripallum minkar - men ikki so skjótt

Jógvan Hugo Gardar

24.05.2015 - 19:10

Oljan >

24 vikur á rað er talið á oljuboripallum á amerikanska fastlandið fækkað, men nú tykist ein lítil støðgur at vera komin í ferðina. Í farnu viku bleiv bara ein pallur stongdur, so talið á virknum pallium er nú 659, samanborið við 660 vikuna fyri. Hetta vísa hagtølini hjá Baker Hughes, ið heldur eygunum við hvussu virksemi er í oljuvinnuni í USA.

Talið á boripallum sum eru í virksemi á landi í USA er fækkað javnt síðani oktober, tá flest, 1609, vóru virknir. Fækkingin svarar til at 59 prosent færri boripallar framleiða olju í USA nú, og tað er tað lægsta síðani oljuprísurin fór at lækka fyri einum ári síðani.

Sambært Baker Hughes er ein færri gasspallur í framleiðslu hesa vikuna, tá 222 vóru í gongd. Talið á boripallum á sjónum er nú 29, sum eru fimm færri enn vikuna áðrenn, og 23 færri enn fyri einum ári síðani.

Orsøkin til at so stórur áhugi er fyri at fylgja við gongdini í USA, er at oljuprísurin hevur hug at vera høgur tá fáir boripallar eru í gongd í USA, og mótsatt tá nógvir eru í virksemi.