(Mynd: faroechess.com)

Talv: Høgni E. Nielsen vunnið annan IM-normin

Ingi Samuelsen

20.07.2017 - 09:56

Ítróttur > Ítróttur > Huga ítróttur (talv/bridge osv.)

Í stóru altjóða kappingini, Faroes Open, ið varð hildin í Kollafirði og endaði í gjár, eydnaðist tað unga telvaranum úr Sandavági, Høgna Egilstoft Nielsen, at vinna sær sín annan IM-normin. Fyri at gerast altjóða meistari (IM), skal ein vinna sær tríggjar normar.

Høgni hevði sterka mótstøðu í kappingini, og telvaði móti m.a. ímóti fýra stórmeistarum (GM), har tað eydnaðist at vinna á tí eina, og tveimum altjóða meistarum (IM). Hann var væl við í toppstríðinum, men dragnaði eftir tapini í trið- og næstseinasta umfari.

Høgni, ið varð styrkismettur sum nummar 11 undan kappingarbyrjan, fekk við sínum 5,5 stigum eitt 6. pláss, ið gav honum eina ratingframgongd á 29 stig.

Tað gevur Høgna eitt ratingtal á 2352, og harvið verður hann næstfremsti føroyingur á altjóða ratinglistanum hjá Fide. Annars hevði stóribeiggi Høgna, Rógvi E. Nielsen, 2353 ratingstig undan hesi kappingini, men Rógvi hevði eina lítla afturgongd á – 1,8 ratingstig. Stuttligt er at fylgja støðugu framgongdini hjá sandavágsbrøðrunum, og hvussu javnir teir eru, skrivar faroeshess.com.

Hetta var onnur altjóða kapping á rað, har Høgni vinnur IM norm. Hin fyrri varð vunnin í stóru svensku kappingini Rilton Cup, ið varð telvað um ársskiftið 2016/17.

(rættað kl. 11,07)