Helgi Dam Ziska móti einum av heimsins bestu telvarum, Veselin Topalov (Mynd: Suni Merkistein)

Talv OL: Eitt stig móti Bulgaria

Innsent

03.09.2016 - 19:33

Ítróttur > Ítróttur > Huga ítróttur (talv/bridge osv.)

Føroyar fingu eitt stig í dystinum móti Bulgaria á talvolympiaduni í Aserbadsjan í dag. Og Helgi Dam Ziska telvaði javnt móti einum av heimsins bestu telvarum. Dysturin endaði 3-1 til Bulgaria.

Helgi Dam Ziska og John Rødgård telvaðu javnt á ávikavist 1.- og 2. borði, meðan Jóan Hendrik Andreasen og Sjúrður Thorsteinsson taptu á aftaru borðunum. Leingi var líkt til, at talvið á fjórða borði fór eisini at enda javnt, men eftir góðar fimm tímar vann bulgarski stórmeistarin.

Helgi remis móti Topalov
Helgi Dam Ziska syrgdi fyri dagsins bragdi á 1. borði. Eftir góðar fýra tímar og 47 leikir endaði talvið móti Veselin Topalov javnt. Topalov er í løtuni nummar tíggju í heiminum. John Rødgård fekk við svarta fólkinum eisini remis móti øðrum sterkum stórmeistara.

Bulgaria er styrkismett nummar 22 í kappingini - Føroyar nummar 84. Í alt eru 180 lond við í almennu kappingini. Føroyar vunnu í gjár 3-1 á Suðursudan.

Triðja umfar er í morgin. Enn er ikki greitt, hvørjum Føroyar telva ímóti tá.