Talv: Tveir stórsigrar í Andorra



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Innsent

14.11.2017 - 07:29

Ítróttur > Ítróttur > Huga ítróttur (talv/bridge osv.)

Føroyar gjørdu bart í báðum dystum í EM-kappingini fyri smátjóðir í talvi í gjár. Í fyrra dystinum vunnu Føroyar 4-0 á San Marino, og í gjárkvøldið vunnu føroyingar 3½-½ á Guernsey. Helgi Dam Ziska var ikki við móti San Marino. Tá telvaðu Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, John Rødgård og Silas Eyðsteinsson. Allir vunnu trygt.

Í seinna dystinum í gjár hevði Høgni fríumfar. Helgi var við, og vann í stórum stíli á 1. borði. Rógvi og John máttu arbeiða harðari fyri tí, men vunnu kortini sannførandi, tá ið til stykkis kom. Silas noyddist tó at sættast við remis við svarta fólkinum. Hann vann kortini væl og virðiliga í sínum fyrsta landsdysti í morgun.

Andorra og Monaco
Longu nú sæst, at kappingin fer at standa millum Andorra, Monaco, Føroyar, og kanska eisini Luksemburg. Andorra vann í dag 2½-1½ á Luksemburg, sum Føroyar telvaðu javnt ímóti í fyrsta umfari.

Men mest óvæntaða úrslitið higartil man vera, at Luksemburg í gjár tapti fyri Kýprós 2½-1½. Tað ber í sær, at Luksemburg er longu dragnað nakað í kappingini.

Monaco og Andorra eru á odda við fullum stigatali. Fyri hvønn sigur verða vunnin tvey dystarstig. Javnleikur gevur eitt stig. Dystarstigini telja fram um borðstigini. Hjá Føroyum ræður tí um at vinna dystirnar. Javnleikir – sum ímóti Luksemburg í sunnudagin – hava vit snøgt sagt ikki ráð til. Føroyar eru í løtuni nummar trý í kappingini – eitt stig aftanfyri Monaco og Andorra. Lykladystirnir hjá Føroyum verða uttan iva móti Monaco og Andorra.

Føroyar telva móti Monaco í seinna umfarinum mikudagin, og dysturin móti Andorra verður í seinasta umfari leygardagin. Monaco og Andorra møtast fríggjadagin.

Í fjórða umfari í dag telva Føroyar móti Liktinstein. Dysturin byrjar klokkan 15.

Tíggju lið kappast um EM-heitið í talvi fyri smátjóðir í Evropa í Andorra.