Talv: Vunnu á Liktinstein



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Innsent

15.11.2017 - 08:31

Ítróttur > Ítróttur > Huga ítróttur (talv/bridge osv.)

Føroyar vunnu 3½-½ á Liktinstein í fjórða umfari í EM-kappingini í talvi fyri smátjóðir í gjár. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson vunnu, og John Rødgård telvaði remis.

Føroyar eru í løtuni nummar trý av teimum tíggju liðunum í kappingini. Monaco er nummar eitt og Andorra nummar tvey. Tey hava vunnið allar fýra dystirnar higartil, Føroyar hava vunnið tríggjar og telvað ein javnan. Tað var móti Luksemburg í fyrsta umfari.

Toppdystur í dag
Dupultumfar er í Andorra í dag. Lagt verður fyri klokkan 10, tá Føroyar telva móti Jersey. Seinna umfarið byrjar klokkan fimm. Tá hava Føroyar tann sera avgerandi dystin móti oddaliðnum Monaco.

John Rødgård er ikki við í fyrra dystinum móti Jersey, men er uttan iva við aftur móti Monaco seinnapartin.