Tann nítjandaoyggin í Føroyum

Sverri Egholm

09.10.2014 - 20:17

Tíðindi >

Tað var ein fullur salur av fólki møttur upp, tá flogoyggj skuldi avdúkast á Hotel Føroyum.

Fyrireikarirnir greiddu frá, at flogoyggin kemur at liggja í Tangafirði, har sum Flesjarnar eru. Flogoyggin er so mikið væl útgjørd, at hon kann taka ímóti heimsins størstu flogførum og útgjørd við bryggjukanti, so at eitt nú fiskur, kann fara av landinum beinanvegin.

Verkætlanin er í trimum byggjustigum. Kostnaðurin fyri fyrsta byggjustigið er 2,4 mia, har ein flogbreyt og terminalur er við. Næsta byggjustig 2,0 mia har ein onnur flogbreyt og hangarur. Sìðsta byggjustig kostar 1,2 mia, sum fyri tað mesta er keiin. Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er mettur at vera 5,6 mia.

Nýggi flogvøllurin kallast AP19 og stendur fyri AirPort 19. Tann nítjanda oyggin í Føroyum.