Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tann 22 ára gamli: Nú kann eg endiliga fáa neyðugu hjálpina

Jens Hákun Leo

13.06.2018 - 20:40

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Eg eri øgiliga keddur av, at eg eri her. Hetta skuldi ongantíð verið hent. Men eitt gott er so komið burtur úr hesari rættarsakini, og tað er, at eg og foreldrini hjá mær hava leingi roynt at fingið hjálp til mín uttan eydnu, og nú kann eg so endiliga fáa ta neyðugu hjálpina”.

Soleiðis segði tann 22 ára gamli ákærdi í Øksarmálinum í Føroya Rætti í sambandi við proceduruna, sum hevuvr staðið á skránni í málinum dag.

Tann 22 ára gamli ákærdi slapp at runda drúgva dagin í rættinum av við einari endaligari viðmerking, og harvið er nú bert eftir hjá nevningatinginum at fella dóm í hesum syrgiliga málinum.

Dómurin verður feldur fríggjadagin.

Proceduran í dag vardi í einki minni enn 7 tímar – frá kl. 10 til 17 -, og tá tann 22 ára gamli ákærdi bar fram sína stuttu, men beinraknu endaligu viðmerking til málið, mundu tað vera fleiri í rættinum, ið høvdu samkenslu við manninum, sum sýnist sum ein avbera fryntligur og sympatiskur maður.

Men hann kemur helst at fáa ein dóm á minst 6 ár.

Ákærin førir fram, at hann eigur at verða dømdur fyri morðroynd, meðan verjin hjá manninum, Jógvan Páll Lassen, boðaði rættinum frá í dag, at maðurin er samdur við sær í at játta seg sekan í at hava brotið grein 245 í revsilógini um grovan harðskap, sum gevur eina 6 ára revsing.

Við hesum koma vit til grundgevingina hjá Lindu Margrethe Hesselberg, ákæra og varafúta, sum tíðliga í dag átti tørn at ”procudera” - t.e. at koma við sínari útlegging av málinum við tilmæli til nevningatingið um, hvat tað eigur at døma í hesum málinum.

Hesselberg førdi fram, at nevningatingið eigur at síggja burtur frá tí at taka kensluslig atlit til mannin, og at tað eigur bert at leggja dent á prógvini í málinum, og hvat maðurin hevur gjørt.

Við øðrum orðum eigur nevningatingið, sambært Hesselberg, ikki at taka atlit til, at tað er so synd í monnunum, at teir hava sálarligar avbjóðingar, at teir hava longu sitið varðhaldsfongslaðir í meira enn eitt ár, og nevningatingið eigur heldur ikki, segði Hesselberg í rættinum í dag, at taka atlit til, hvat miðlarnir siga um málið.

Yvirritaði hevur í hesum máli millum annað lýst, hvussu hann hevur upplivað teir ákærdu í rættinum – í hesari greinini og einari aðrari í farnu viku -, men eisini hesum eigur nevningatingið at síggja burtur frá, tá tað fríggjadagin skal taka støðu til málið. ”Prógv og aftur prógv, sum tit hava sæð her í rættinum”, førdi Hesselberg fram.

Hesselberg fór síðan undir at leggja prógvini hjá sær fram í hesum málinum, og brúkti hon størstan partin av tíðini uppá at procedura sakina hjá tí 24 ára gamla manninum – av tí at tað, sambært henni, var rættiliga greitt, at tann 22 ára gamli maðurin, sum hevði svingað við øksini, hevði gjørt seg sekan í morðroynd.

Hesselberg vísti samanumtikið á fleiri faktorar, sum gera, at vitnisburðurin hjá tí 24 ára gamla manninum í málinum ikki kann metast sum álítandi – og at hann tí eisini eigur at verða dømdur sekur í morðroynd.

Hesum var ákærin hjá tí 24 ára gamla manninum, Óla Jákup Kristoffersen, púra ósamdur við henni í, og hann krevur frídøming.

Les allar greinarnar um málið her