Tannáringar tíma ikki Facebook longur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

02.06.2018 - 13:04

Mentan > Mentan > Miðlar & fólk

Kanning, sum er gjørd í USA vísir, at tannáringar ikki tíma at nýta Facebook longur. Í dag nýta einans 51% av tannáringunum heimsins størsta sosiala miðil. Hetta er 20% færri enn í fjør.

Best umtókti sosiali miðilin millum tannáringarnar er nú Youtube. Áleið 85% av øllum tannáringunum nýta sjónbandamiðilin. Eisini Instagram og Snapchat hevur fleiri virknar brúkarar enn Facebook. 72% av tannáringunum eru virknir á Instagram, meðan 69% eru virknir á Snapchat, skrivar CNN.

Hóast Snapchat bert er triði mest brúkti sosiali miðilin, vísir kanningi, at myndaappin er tann nógv mest brúkta gjøgnum ein vanligan dag.