Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Sum skriva áður í dag, so eru øll starvsfólkini á ráðhúsinum í Keypmannahavn flutt úr bygninginum vegna eina bumbuhóttan, ið var borin fram á eini kjatti.
Hóast gøturnar kring ráðhúsini nú eru avbyrgd, meðan løgreglan mannsterk heldur fram við at leita eftir bumbuni, so tykist talan einans at hava verið um ónaðir frá einum tannáringi.
Sambært DR, so upplýsir Frank Jensen, yvirborgarstjóri í Keypmannahavn, at talan er um kjattið á heimasíðuni bornetelefonen.dk og at viðkomandi, ið skrivaði hóttanina, var ein 17 ára gamal drongur. Tískil er talan allarhelst um ein falskan alarm, men hóttanin verður enn tikin í størsta álvara.
Frank Jensen veit eisini at siga, at hetta er fyrsti ferð í sínum 5 árum sum borgarstjóri, at starvsfólkini eru blivin noydd úr ráðhúsinum.