Odmar Færø, formaður í Tannlæknafelagnum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum

Tannlæknafelagið og Fíggjarmálaráðið gjørt nýggjan sáttmála

Tíðindaskriv

30.09.2014 - 22:33

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Heilsa & Vælvera

Í morgin, 1. oktober 2014, kemur nýggjur sáttmáli í gildi, sum gevur sjúklingum tilskot til tannlæknaviðgerð.

Sáttmálin leggur størri dent á fyribyrgjandi viðgerðir, við tað at øll undir 23 ár nú fáa fult tilskot til kanningar.

Hetta er framhald av tí arbeiði, at Tannlæknafelagið hevur samrátt seg til at tey 16-17 ára gomlu nú eisini verða við í barnatannrøktini frá 1. januar 2015.

Tannlæknafelagið vísir á, at um tenninar eru í góðum standi á ungum árum, so halda tær seg væl betri tá ein eldist. Hetta er eitt stórt stig móti betri tannheilsu.

Tannheilsan í Føroyum er betrað nógv seinastu 10-15 árini og nýggi sáttmálin fyri børn, ung og vaksin vísir, at vit framhaldandi ynskja at tannheilsan skal betrast í enn størri mun.

Tannlæknafelagið fegnast um samstarvið við Heilsutrygd og ynskir framhaldandi at samstarvast fyri betri tannheilsu í Føroyum.