Tannleysir neistamenn í seinna hálvleik

Niels Petersen

21.01.2017 - 20:42

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Fyrsti dysturin í hondbóltssteypakappingini hjá monnum endaði við, at H71 vann við heili 12 málum, 32-20 móti Neistanum. Sostatt bleiv tað als ikki til tann spennandi og tætta dystin, sum lagt varð upp til. Fyrsti hálvleikur var annars javnur og spennandi, men Neistin steðgaði fullkomuliga upp, og H71 rann frá teimum. Hálvleiksstøðan var 15-13 til H71.

Neistin má eftir tapið í kvøld taka seg saman, fáa dystin út úr skipanini og herja á aftur, móti hinum báðum liðunum í bólki A. Tí møguleiki er at spæla seg víðari úr bólkinum sum tveyari. Men kravið er so, at Neistin vinnur báðar teir næstu dystirnir.

Fyri H71 skoraði Dánjal Tórgarð flest mál. Hann skoraði 8 mál. Rói Berg Hansen skoraði flest fyri Neistan. Hann skoraði 5 mál.