Mynd: EPA

Taptu 2-0 í Luzern

Sverri Egholm

13.11.2016 - 18:52

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyska landsliðið var í kvøld sett á eina torføra uppgávu. At fáa stig móti Sveis, sum er eitt av oddaliðnum í okkara bólki í undankappingini.

Eitt øgiligt trýst frá Sveis í fyrra hálvleiki hevði við sær, at støðan var 1-0 í steðginum.

Seinni hálvleikur byrjaði eitt sindur tamur, og hóast sveisararnir megnaðu at spæla seg fram til onkrar møguleikar, var tað ikki sami álopsinnaði fótbólturin vit sóu frá teimum. Hetta gav føroyingunum eitt sindur av plássi, men okkara menn vóru alt ov óneyvir í avgerandi støðunum.

Sum fráleið byrjaði Sveis at koma til farligar møguleikar aftur, og bólturin var eisini á stongini. Og eftir eina løtu við fleiri málmøguleikum avgjørdi Stephan Lichtsteiner dystin.

Fleiri mál komu ikki í dystinum.

Hini liðini í bólkinum spæla eisini í kvøld. Dysturin millum Ungarn og Andorra er júst brísklaður av, og Ungarn vann tann dystin 4-0. Portugal og Lettland spæla klokkan 19:45.

Sveis - Føroyar (2-0)
27’ Eren Derdiyok 1-0
83’ Stephan Lichtsteiner 2-0