Joan og Anita, tvær av nevndarlimunum í nýggju nevndini (TB Flogbóltur)

TB Flogbóltur nú sum sjálvstøðugt felag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

16.06.2016 - 18:40

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

TB Flogbóltur hevur í ár sent umsókn inn til Flogbóltssambandið um, at verða upptikin sum sjálvstøðugt felag. Hetta merkir “bert”, at vit ikki longur eru ein deild undir Tvøroyrar Bóltfelag. Felagið skal framvegis bera navnið “TB Flogbóltur”.

Nevndin er øll nýggj og ofta verður sagt at “ nýggir kustar feiða best”. Vit hava stórar ætlanir fyri framman og eru vit so smátt farin at leggja komandi kappingarár til rættis.

Nýggja nevndin er mannað soleiðis:
Kristin J. Magnussen, forkvinna
Annika Thomsen, varaforkvinna
Anna Jacobsen, skrivari
Anita Farstad, nevndarlimur
Joan Michelsen, nevndarlimur
Elin Jacobsen, peningarøkil
Fróði Mortensen, umboðsfólk

TB-flogbóltur hevur altíð gjørt eitt stórt ungdómsarbeiðið, og hetta arbeiðið vísir seg eisini aftur, tí fleiri av okkara ungu kvinnum koma avgjørt at gerða seg galdandi á U17 og U19 landsliðnum. Men kappingin um tey ungu á plássinum er hørð, og fyri at halda uppá tey so longi sum gjørligt, er ætlanin at fáa eina avtalu í lag við okkurt felag/ eftirskúla, at vit hvørt ár senda ein ávísan aldursbólk av landinum til kapping, t.d. kundi tað verið tey 16 ára gomlu, sum fara til Danmarkar at spæla sum gestalið, tá DM fyri eftirskúlar verður spælt.

Eisini eru ætlanir um at seta eitt venjaratoymið. tankin við hesum er, at vit fáa nøkur av okkara serkønastu fólkum, at hjálpa teimum mongu sjálvbodnu venjarum vit hava. Her er talan um Gudrid Nolsøe, Jón Johannesen, Anne Miu Johansen og Otto Gram.

Hóast onkrir leikarar á besta kvinnuliðnum eru givnar í samband við lesnað, eru fleiri ungir evnaríki leikarar, ið eru klárar at koma á liðið.

Ein stór avbjóðing er eisini okkara evnaríku dreingir, har allir alt ov ungir gevast at spæla flogbólt, tí sera torført er at fáa fótbóltin og flogbóltin at passa saman. Her eigur at bera til at finna semju millum venjararnar, soleiðis at hetta ber til. Men tað er sjálvandi upp til tann einstakað spælaran, hvat hann vil!!

Farnað kappingarár bleiv ikki líka gott sum undanfarna kappingarár, men tó, í FM fyri yngri deildir høvdu vit 4 lið, har eitt teirra megnaði at gerast FM vinnari.