Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Ternan, sum fyrr í vikuni mátti lúta fyri KÍF í steypakappingini kláraði heldur onki at gera við TB í dag. Kvinnurnar av Tvøroyri vunnu greiðan 1-3 sigur á Toftum, og TB hevur nú 14 stig fyri 7 dystir.
Kvinnurnar úr Kollafirði tryggjaðu sær fyrr í vikuni sætið í hálvfinalunum í steypakappingini, og í dag vunnu tær aftur. Tær hava nú 17 stig fyri 7 dystir, og liggja væl fyri í oddastríðnum. Saman við TB eru tær beint í hølunum á Drátti, sum hevur 18 stig, men fyri 6 dystir.
Seinast kvinnurnar spældu í landskappingini var 27. november, og loksins fóru tær í gongd aftur. Tær hava annars spælt í steypakappingini síðan steðgin í november.
Tveir aðrir dystir verða í Meistaradeildini hjá kvinnum hetta leikumfarið, og tað verður í Sørvági, har SÍ tekur móti ÍF, og á Giljanesi, har oddaliðið Dráttur tekur móti Fleyr.
Støðan í deildini er henda:
1. Dráttur 18 stig fyri 6 dystir
2. KÍF 17 stig fyri 7 dystir
3. TB 14 stig fyri 7 dystir
4. Mjølnir 11 stig fyri 7 dystir
5. Fleyr 8 stig fyri 6 dystir
6. ÍF 4 stig fyri 6 dystir
7. SÍ 3 stig fyri 6 dystir
8. Ternan 3 stig fyri 7 dystir
Dystarskráin:
08.01.2017:
Kl. 14.00 SÍ - ÍF
09.01.2017:
Kl. 19:30 Dráttur - Fleyr