Mynd: Hanna Vang

Team Hulda ársins drakt

Sverri Egholm

04.06.2016 - 20:58

Ítróttur > Ítróttur > Fimleikur

Galla er í kvøld fyri fimleikarum og teimum sum annars hava við føroyskan fimleika.

Fyri løtu síðani var kunngjørt at Team Hulda úr Havnar Fimleikarafelag átti ársins drakt. Draktirnar hava heili 3500 diamantar límaðir á, sum tók 35 tímar í alt. Draktin er sniðgivin hjá gazzdesign, saman við Antton og venjarunum. Toyðið er prenta í finnlandi og sent til Føroya, har Dreymar hava seymað draktina.

Ársins estetiski dómari gjørdist Arnfríð Poulsen.

Ársins venjari er Anna Margit Dalsgaard Thomsen, Havnar Fimleikafelag.

Ársins estetisku venjarar eru Sanna Fossdalsá og Jórun Maria Antoniussen.

Sí eisini: Myndir: Fimleikagalla 2016