Lagt er upp til ein spenandi dyst í Klaksvík í kvøld, har VÍF er á vitjan (Mynd: Jens Kr. Vang)

Team Klaksvík tekur ímóti VÍF

Agnar Frederiksen

13.12.2017 - 14:33

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Í kvøld verður ein dystur í fremstu deildini hjá monnum leiktur. Hann verður í Badmintonhøllini í Klaksvík, har VÍF er á vitjan.

Undan dystinum er VÍF tvey stig aftanfyri Team Klaksvík. Vestmenningar hava tó leikt tveir dystir færri. VÍF hevur 10 stig fyri 10 dystir, og skal vinna í kvøld fyri at nærkast finaluplássunum. Team Klaksvík hevur eisini møguleika at hála inná Neistan og H71.

Liðini hittust í Vestmanna í oktober. Tá vann VÍF 32-29. 

Dysturin í kvøld byrjar kl.20.00.

                                                         (Talva: Úrslitatænastan hjá HSF)

1Neistin133382885021
2H71133463271919
3Team Klaksvík12278296-1812
4Kyndil12293295-211
5VÍF10300298210
6KÍF13325350-257
7StÍF13345371-266