Team Klaksvík tapti ímóti Neistanum í fyrsta dystinum í bólkaspælinum(mynd) Í kvøld vann Team Klaksvík tryggan sigur, tá H71 2 var á vitjan. (Mynd: Sverri Egholm)

Team Klaksvík vann greitt á teimum næstbestu hjá H71

Agnar Frederiksen

27.01.2018 - 20:25

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Team Klaksvík vann stórsigur á H71 2 í Badmintonhøllini í kvøld. Talan var um dyst í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum. Team Klaksvík vann 37-17

Hóast Team Klaksvík tók eina leiðslu tíðliga, so var H71 væl við fyrstu 20 minuttirnar. H71 kom uppá 8-10, men so tók heimaliðið av álvara frá áðrenn hálvleik. Hálvleiksstøðan var 19-10

Í 2.hálvleiki var bara spurningur um støddina av sigrinum. Hoyvíkingar runnu aftaná og heimaliðið helt á við málskjótingini. Tað endaði við, at munurin var tjúgu mál, og harvið hava klaksvíkingar framvegis møguleikan at koma víðari. Um eina viku kemur Kyndil á vitjan. Kyndilsmenn bresta saman við grannunum úr Neistanum í morgin kl. 16.00.

Team Klaksvík - H71 37-17(19-10)

Toppskjúttar:

Team Klaksvík: Petur Martin Eliasen, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen og Sakaris Ludvík Súnason 7 mál

H71: Rani Højgaard 6 mál


Í morgin eru fimm steypadystir á skránni í 2.umfarið í bólkaspælinum; tríggir hjá kvinnum og ein hjá monnum

Kvinnur:

Bólkur 1:  Kl. 14.30 VÍF 2 – VÍF

Bólkur 2:  Kl.14.30 StÍF – Kyndil
               Kl.15.00 VB – Stjørnan
Menn:

Bólkur 1: kl.16.00 Neistin - Kyndil

Bólkur 2: kl.16.00 VÍF - KÍF