Sámal á Tjaldrafløtti Olsen og hinir í Team Klaksvík fingu ein sera góðan sigur á Kyndil í kvøld. Team Klaksvík vann tepurt 19-18 á heimavøll.
(Mynd: Jens Kr. Vang/Savnsmynd)

Team Klaksvík basti Kyndli

Agnar Frederiksen

20.09.2017 - 22:33

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Kyndil er á veg aftur til Havnar uttan stig í skjáttuni. Kyndilsmenn taptu 19-18 ímóti Team Klaksvík í kvøld.

Team Klaksvík vísti leygardagin, at liðið er sterkari í ár enn undanfarin ár, tá teir góvu greipuvinnarunum ein harðan dyst í Klaksvík. Í kvøld fingu klaksvíkingar so tvey stig burturúr.

Tað bendi annars á, at Kyndil skuldi fáa sigurin. Kyndil var millum annað á odda 10-4 eftir 23 minuttir, men Team Klaksvík reistist, og munurin var fýra mál í hálvleikinum. Team Klaksvík kom uppá 12-12, og síðani fylgdust liðini at. Tà fimm minuttir vóru eftir kom heimaliðið á odda 17-16, og helt síðani leiðsluna. Tað endaði 19- 18 til Team Klaksvík, ið sostatt skaptu eina lítla sensatión. 

Kyndil er nú uttan stig eftir tveir dystir, meðan Team Klaksvík, ið ikki vann nakran dyst í fjør, nú hevur tvey stig.

Í morgin tekur STÍF ímóti Neistanum, og vestmenningar spæla sín fyrsta dyst í ár í Hoyvík. Báðir dystirnir byrja kl.20.00

2.umfar
Team Klaksvík - Kyndil 19-18(7-11)

Toppskjúttar:
Finnur Hansson(TK) 5 mál, Hjalti Mohr Jacobsen og Bartal Klein Olsen(Kyndil) 4 mál hvør