Frá fráferðini í summar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Team Rynkeby handar peningin sunnudagin

Tíðindaskriv

07.09.2017 - 10:47

Mentan > Hjálpararbeiði

Seinnapartin sunnudagin verður almenn samkoma í Reinsarínum í Havn í sambandi við, at Team Rynkeby fer at handa innkomna peningin til Krabbameinsfelagið.

- Árið 2016-2017 er fyri Team Rynkeby við at koma til seinasta hæddarpunkt. Sjálvandi er tað eitt hæddarpunkt at súkkla til Paris. Tó er tað ein góð kensla, at vit samstundis kunnu samla pening inn til børn við líshættisligum sjúkum, og familjum teirra.


Á samkomuni fara umboð frá Krabbameinsfelagnum, felagnum Hjartabarnið og Team Rynkeby at verða til staðar, tá Krabbameinsfelagið tekur ímóti innkomna peninginum. Ein grunnur hjá Krabbameinsfelagnum umsitur peningin, og lutar hann út til børn við lívshættisligum sjúkum, so sum krabbamein, hjarta- og lungasjúkur.

Guðrið Hansdóttir fer at spæla nøkur løg og kaffi og kaka verður at fáa.