Mynd: Bjarni Enghamar

Teir 14 hirðarnir verða leyslatnir í kvøld

Jógvan Hugo Gardar

01.09.2014 - 00:16

Tíðindi >

 Fútin hevur fyri løtu síðani boðað frá at teir 14 limirnir í Sea Shepherd, sum vórðu handtiknir á Sandi í gjár, teir verða leyslatnir um eina løtu.

Tey koma at fáa bøtur fyri at hava roynt at forða grindadrápinum. Enn er ikki greitt um roynt verður at vísa teimum av landinum.

Sambært Kringvarpinum skulu tey 14 møta í Føroya Rætti í morgin, og helst koma tey at hava krav um at boða dagliga frá hvar tey eru stødd, so leingi tey eru í Føroyum, og tey ikki hava gjørt upp fyri seg.