Teir fyrstu sjey hava longu fingið landsliðsboð




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

18.08.2017 - 09:36

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tvær spennandi uppgávur standa fyri framman hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti. Útidysturin móti Portugal 31. august og heimadysturin móti Andorra 3. september.

Mánadagin fer Lars Olsen, landsliðsvenjari at úttaka hópin til hesar báðar dystirnar. Men sjey av leikarunum – allir spæla teir uttan fyri landoddarnar – hava longu fingið boð um, at teir skulu við, skrivar heimasíðan hjá FSF.

Leikararnir eru Gunnar Nielsen, Jónas Tór Næs, Kaj Leo í Bartalsstovu, Rene Shaki Joensen, Gilli Rólantsson Sørensen, Viljormur Davidsen og Jóan Símun Edmundsson.

FSF sigur, at tað gongur væl at selja atgongumerkini til dystin móti Andorra, sum verður á Tórsvølli sunnudagin 3. september, og at líkt er til, at tað verður útselt.