Teir landa umborð á Sandshavi


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Snorri Brend

24.11.2014 - 18:39

> Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Fyrr í morgun byrjaðu teir at landa línuskipið Sandshavið, sum var komin á Havnina at landa.

Henda túrin hevur Sandshav einar 730 kassar, sum svarar til umleið 120.000 pund.

Meginparturin av veiðuni er toskur og hýsa.

Sandshav byrjaði túrin fyri viku síðani. Teir hava roynt vestanfyri Føroyar.


Myndamaður okkara – Jens Kristian Vang – var umborð á Sandshavi fyrrapartin og tók hesar myndir.