Giza Hoyvík er ein av teimum 10 liðunum, ið skal í eldin í dag. Myndin er frá dystinum í fjør, tá AB tryggjaði sær uppflyting. (Mynd: Sverri Egholm)

Teir næstbestu fara í gongd í dag

Agnar Frederiksen

10.03.2018 - 10:21

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í morgin fer Betri-deildin hjá monnum og kvinnum í gongd. Men longu í dag byrjar kappignin hjá 1.deild hjá monnum.

Yvir 27.umfar verður kapping um at flyta upp í fremstu deildina, og um at sleppa undan at fara niður 2.deild. Tað eru tó bert fýra lið, ið kunnu flyta upp: Niðurflytarin ÍF, B68, ið ikki megnaði at koma í topp-3 í fjør, Giza Hoyvík og so B71, ið er uppflytari úr 2.deild.

Í dag hittast millum annað tvey av hesum liðnum í innanhýsis dysti, fuglfirðingar skulu spæla grannauppgerð ímóti silvurvinnaranum frá i fjør, og tvey av næstbestu liðunum, ið verða metta at verða sterk í ár dystast í Runavík longu klokkan 11.00:  

Runavík
11:00
Skála
12:00
Fuglafjørður
15:00
Hoyvík
15:00
Toftir
16.00

Kelda: Faroe Soccer