(Mynd: meiraavtigoda.fo)

Teitur er nýggjur høvuðskokkur í Fútastovu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

06.03.2018 - 09:45

Mentan > Lívsstíls- & brúkaraevni > Matur & matgerð

Matstovan Fútastova í Gongini er júst latin uppaftur eftir eina umbygging. Og tað er við nýggjum kokki handan grýturnar í køkinum.

Nýggjur høvuðskokkur er Teitur Christiansen, sum flutti heim fyri einum ári síðani eftir at hava arbeitt í eini røð av donskum matstovum. Eitt nú var hann í 2011 við til at stovna kendu matstovuna ”Nose2tail” í Kødbyen í Keypmannahavn.

Eftir at hava verið høvuðskokkur í Áarstovu í eitt ár, verður hann nú høvuðskokkur í Fútastovu, sum er franska íkastið í tyssinum av matstovum undir Gist & Vist samtakinum.

Í Fútastovu verður klassiskur franskur matur bjóðaður, gjørdur ”upp á okkara egna máta og í so stóran mun sum til ber við føroyskum rávørum”, skrivar matstovan í tíðindabrævi.

Nýggja matskráin bjóðar eitt nú kaviar, ostrur, foie gras, tartarúr neytakjøti, crème brûlée, føroyskar jákupsskeljar og so eisini franskar krebinettir.

- Krebinettir eru ikki bara ‘danskt pjatt’, men upprunaliga ein fronsk delikatessa,Crépinettes, sum nú kann roynast í Fútastovu, tilgjørdar upp á tann ektaða franska mátan: Konfiterað kjøt av svínaskanki blandað við foie gras og urtum, ballaðar í feittnet og síðani stoktar. Franska delikatessan verður borðreidd við saltbakaðari sellerirót, tomatkompot ogSauce espagnole, ið er ein av teimum fimm fronsku grundsósunum.

Matstovan, sum húsast í søguligu Fútastovu heima í Havn, hevur fingið nýggjan køk við allari neyðugari útgerð til tann franska køkin. Eisini eru nýggj vesi gjørd og inngongdin er flutt har sum hon upprunaliga var. Eisini er ein snotulig fronsk, koparløgd barr sett upp í matstovuni, ið rúmar 50-55 gestir.