Savnsmynd (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Tekur tveir mánaðir at umvæla Nýborg

Kiran Jóanesarson

24.01.2018 - 09:13

> Tíðindi > Føroyar

- Øll elútgerð og el tól skulu skiftast, og tað er long leveringstíð eftir slíkum deilum, upplýsir Alex Vilhelm, reiðari á uppsjóvarskipinum Nýborg.

Reiðarin sigur eisini, at arbeiðið er farið í gongd, og at Nýborg væntandi verður klárt aftur til fiskiskap um tveir mánaðir. 

Tað var tann 5. januar, at skipið fekk ein sjógv. Nýborg var júst komin í ES sjógv, har teir skuldu fiska makrel, tá ið teir fingu ein sjógv á bakborðsíðu aftanan. 

Teir størstu rútarnir á brúnni fóru inn, og nógvur sjógvur kom á brúnna, og fór so víðari har frá.

Stýrimaðurin, sum var á brúnnið tá ið óhappið hendi, var slongdur eftir dúrkinum, og breyt annan armin og øsbeinið.

Skipið megnaði tó at sigla við egnari megið á Runavík, men av trygdar áðum fylgdi Brimil skipinum allan vegin til bryggju.

Alex Vilhelm, reiðari, upplýsir, at fólk frá reiðarínum og fólk frá Tyrggingini vóru í Runavík tá ið skipið kom á Runavík, har arbeiðið nú eisini verður gjørt.