Teldusníkur møguliga 44 ára fongsul fyri Game of Thrones avnoyðslu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

24.11.2017 - 21:02

Mentan > List > Filmslist

Teldusníkur, sum royndi at vinna sær pening við at hótta við at leysgeva partar av vælumtóktu sjónvarpssendingini Game of Thrones. Teldusníkur hevði longu leysgivið fleiri partar, sum enn ikki vóru vístir á sjónvarpsskíggjanum, og kravdi fleiri milliónir dollarar fyri ikki at leysgeva restina.

Hetta er tó komið honum aftur um brekku. Tað er eydnast at finna fram til teldusníkin, skrivar Vanity Fair. Talan er um 29 ára gamla Behzad Mesri, sum er sjálvlærdur teldusníkur og nethernaðarmaður fyri iranska herin.

Eydnast tað at fanga Behzad Mesri kann hann fáa 44 ára fongsulsrevsing fyri svik og virksemi sum teldusníkur. Mesri er tó enn fríur maður í Iran.